Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Tann: 07-12-2016 í viku 49
Skúlin 
Tćnastur 
Próvtřkur og royndir 
Breytaskipanin 
Til nýggjar nćmingar 
Vegleiđingar 
Lćrugreinar 
Tíđindi 
Slóđir 
Kalendarin 
Tímatalvur 
Intranet 
Samband 
 

'Afgørelsens stund er kommet...'

Avgerðin er nú tikin fyri hvør vann kappingina um besta sáttmálan hjá 1. HUG, NÁT og FYR.

Úrslitini gjørdust hesi:

1. 16u fyri at vera kreativ, stuttlig, inkluderandi fyri bæði næmingar og lærarar

2. 16z fyri at vera kreativ, stuttlig og fangandi

3. 16v fyri at vera kreativ, stuttlig og hava greiðan boðskap.

 

Fyrilestrar í náttúruvísindum

Vit fara í heyst at stroyma beinleiðis væl dámdar fyrilestrar í náttúruvísindum frá Aarhus Universiteti.

  • Kvantecomputeren
    Týskvøldið 30. august kl. 18.00-20.00

  • Hvussu fungerar heilin?
    Týskvøldið 4. oktobur kl. 18.00-20.00

  • Á kanningarferð í sólarskipanini
    Týskvøldið 11. oktobur kl. 18.00-20.00

  • Kom tættari stjørnunum
    Týskvøldið 25. oktobur kl. 18.00-20.00

  • Nýggj tøkni avdúkar tað dulda lívið hjá hvalunum
    Týskvøldið 1. novembur kl. 18.00-20.00

  • Saltjavnvágin hjá okkara cellum
    Avlýst vegna valkvøld (Týskvøldið 8. novembur kl. 18.00-20.00)

  • Lívfjølbroytni – hvat nú?
    Týskvøldið 15. novembur kl. 18.00-20.00

  • Vísindi um ta góðu ølina
    Týskvøldið 22. novembur kl. 18.00-20.15

Lesi meiri um fyrilestrarnar her og sí filmsbrot niðanfyri ella her.

 

Amerikanska forsetavalið

Í sambandi við amerikanska forsetavalið skipa næmingaráðini á Glasi fyri valkvøldi í samkomuhøllini Hoydølum. Vit hava valið á stórskíggja alla náttina.

Dyrnar lata upp kl 22 týskvøldið 8. novembur. Kafé verður við ymiskum góðum.

Heini í Skorðini, politiskur viðmerkjari, kemur oman kl 00:20 at halda eina stutta framløgu, har hann serliga setur valevnini bæði TRUMP og CLINTON í andglettin.

Sofur, stólar o.a. eru í samkomuhøllini. Tit eru annars vælkomin at taka teppir, pútur o.a. við. Kapping verður um at gita %-býtið til tey ymisku valevnini. Vinnarin ognar sær eitt Havnarkort, virði 500,-.

Væl møtt!

 

Tíðindaskriv frá Samstarvsnevndini úr Hoydølum

Hósdagin undan kommunuvalinum, tann 3. november kl. 10.00 - 11.30, verður stórur pallborðsfundur í Høllini á Hálsi. Tiltakið er í skúlatíð og er fyri øllum deildunum á Glasi; altso deildini í Studentaskúlanum í Hoydølum, Tekniska Skúla og Handilsskúlanum.


Allir flokkar, ið eru uppstillaðir í Tórshavnar kommunu, umframt uttanflokkalistin, eru bodnir við. Hvør flokkur er boðin at senda 2 umboð; eitt undir 23 og eitt av fríum vali. Orðstýrari verður Pætur Marjunarson Dahl.


Stigtakararnir til tiltakið eru Samstarvsnevndin og Næmingaráðið í Hoydølum.

Endamálið við pallborðsfundinum er at fáa eitt sunt, kunnandi kjak, har ið allir næmingar á Glasi fáa betri innlit í Kommunuvalið 2016. Samfelagsfrøðisflokkar sleppa eisini at orða spurningar til tey uppstillaðu, og fáa harvið sína ávirkan á kjakið.

Eitt av høvuðsendamálunum við tiltakinum er at geva ungu valevnunum ein pall í kommunuvalsstríðnum.

 

Vísindavøka

Aftur í ár vóru Hoydalar umboðaðar á Vísindavøku, ið í ár var niðri í Tórsgøtu. Vísindavøkan var 30. septembur, og sum tað sæst á myndunum, so komu nógv børn at vitja okkara bás.

Tað var nógv spennandi hjá teimum vitjandi at royna og síggja:

  • Hvussu uppføra blómur seg, tá tær hava verið í flótandi nitrogeni.
  • Standandi aldur við eldi og brennandi sápuskúm.
  • Sjómanstak við lungunum, gera bomm, ganga á maisstívilsi/vatnblanding og mangt annað.

Í ár vóru tað næmingar úr scienceleið við evnafrøði (flokkunum 15y og 14y), ið stóðu á teimum ymisku básunum.

Hátíðarhald

Í sambandi við at Christian Ihlen, Zacharias Sørensen og Henriette Svenstrup høvdu ávikavist 30, 30 og 40 ár á baki á okkara skúla, var skipað fyri einum hátíðarhaldi í kantinu skúlans fríggjadagin, 16. septembur 2016, har øll starvsfólk vóru boðin við til at heiðra tey.

Vit takka teimum fyri trúgva tænastu og ynskja teimum hjartaliga til lukku.

Upptøkuroyndir

 - Til Feitar Tíðir! – ein sangleikur um 80ini í Føroyum.

Nú nærkast tíðin, at Glasir, Tórshavnar Musikkskúli & Rýtmiska kórið í Hoydølum fara at seta upp ein sangleik í Norðurlandahúsinum.

Leikurin í ár er føroyskur og nýskrivaður, og handlar um Føroyar og føroyskan ungdóm í lit- og hendingaríku 80unum. Tónleikurin verður kendur 80ara tónleikur, nýtulkaður og nýútsettur.

Leikstjórn og koreografi:
Jákup Veyhe & Kristina Sørensen Ougaard.

Leikrit:
Jákup Veyhe & Hans Tórgarð

Frumsýningin verðu 11. novembur.

Upptøkuroyndir verða í Hoydølum 20. og 21. august fyri tey, ið hava hug at royna seg á palli sum sangarar, sjónleikarar og dansarar. 

Freistin at melda seg til er fríggjadagin 19. august kl. 12.00 á teldupostbústaði
Sangleikur2016@gmail.com. Skrivað vinarliga fult navn, tlf. og navn á skúla.
Sí annars Feitar tíðir! á Facebook.

Tey, sum melda seg til, fáa tilfar sendandi at nýta í fyrireikingini til upptøkuroyndina.  Vit byrja at senda tilfar mánadagin 15. august.

Spurningar kunnu eisini sendast til omanfyri nevnda t-post.

Vinarliga

Fyrireikingarbólkurin

 

Náttúruvísindadagur

Týsdagin 16/8 var náttúruvísindadagur hjá 1. flokkum í Hoydølum.

Í fagrasta summarveðri vóru næmingarnir sendir á eina náttúruvísindaliga “riddaraferð” í náttúruvísindaheimunum.

Á ferðini møttu tey ymsum avbjóðingum innan alis-, evna-, lív-, landa- og støddfrøði. Avbjóðingarnar fevndu m.a. um luftkanónskot, lungusjómanstak, makrel dissikering, bygdir í Føroyum, litir í náttúruni, salt í formlum og arbeiði í vektloysi.

Endabresturin var hólmgongan í vatnflutningi, har 16u gjørdist vinnari.

 
 

Skúlaársbyrjan

So er summarfrítíðin um at vera av. Vónandi eru næmingar og starvsfólk úthvíld og fús aftur at fara til verka.

Mánadagin 15. august møta allir 1. árs næmingar á Tórsvølli kl. 09.00.

2. og 3. ársnæmingar møta eftir tímatalvuni. Gevið gætur, at hesa fyrstu vikuna fara fleiri broytingar at vera orsakað av innleiðsluni hjá 1. flokkunum.

Flokslistar eru at síggja her.

Rektarin

 

Próvhandan 2016

Próvhandanin verður í Høllini á Hálsi hósdagin 23. juni kl. 13.00. Eftir handanina verður móttøka og myndatøka niðri í Hoydølum. Kl. 18.00 skipar næmingaráðið fyri pisufundi í viðarlundini.

Glasir, Hoydalar

 

Fyrsta pisan í Hoydølum - 2016

So varð fyrsta pisan í Hoydølum floygd. Á middegi í dag fekk Jóhild Sørensen húgvuna. Sum siður er, slapp Jóhild at vinda Merkið í húnar hátt. Vit ynskja Jóhild tillukku og alt tað besta.



Hátíðarhald fyri Kirsten Brix og Hendrik Dahl

Fríggjadagin, 3. juni var hátíðarhald á skúlanum í sambandi við, at tveir av varðum skúlans, Hendrik Dahl og Kirsten Brix, í summar fóru frá fyri aldur.

Starvsfólk skúlans vóru samlað til ein góðan bita. Rektarin helt røðu fyri teimum báðum eins og tey bæði søgdu skúlanum farvæl við vøkrum orðum. Vit takka teimum fyri tíðina her í Hoydølum.

 

Framsýning í forhøllini

Hesar hava í løtuni framsýning í forhøllini framman fyri samkomuhøllina. Tær hava myndlist á miðstigi og hava hetta skúlaárið brúkt umleið fjúrtan blokkar uppá individuellar verkætlanir. Fimm av hesum eru nú lidnar og verða framsýndar við samkomuhøllina. Anna Katrina Mohr Iversen hevur tikið útgangsstøði í pop art í sínum smáu litríku akrylmálningum av ymiskum gerandislutum. Bjørg Einarsdóttir Olsen hevur somuleiðis brúkt akrylmáling í síni huglagsríku mynd av eini fregatt í mánalýsi. Inger Z. Simonsen hevur teknað á og skorið í linoleum – hennara myndir snúgva seg um ymiskt, sum bindur okkum menniskju í gerandisdegnum. Við blýanti og litblýanti hevur Vár Bech Árting tulkað nakrar føroyskar sagnir við abstraktum mynstrum og við orðum, ið eins og mynstur mynda ymsar myndaliðir. Verkini hjá Sólju Holm Mortensen er sett saman av fleiri myndum, sum eru gjørdar við skapilón, sum hon sjálv hevur klipt og spraylitum. Hon hevur staðið einsamøll og arbeitt uppiá í gamla læknahúsinum og skapa ein sannan litbrest við myndevnum, sum venda aftur í ymiskum litvariatiónum

 

Hugnalig kvøldseta í Hoydølum

Hóskvøldið, 28. apríl, kl 19, verður kvøldseta í Hoydølum.
Listalærugreinirnar myndlist, fotografi, miðlakunnleiki og tónleikur framføra og sýna fram tað, tey hava fingist við seinastu mánaðirnar. Høvi verður eisini at fáa kaffi, køkur o.a. í kaffikrókinum, sum næmingarnir eisini skipa fyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Undirvís á Glasi - Størv leys at søkja

Skúlaárið 2016-17 er tørvur á undirvísarum í hesum 26 lærugreinunum: Alisfrøði, altjóða búskapi, dekoratión, enskum, evnafrøði, fígging, fornaldarfrøði, fotografi, fronskum, føroyskum, heimsspeki, innovatión, ítrótti, kunningartøkni, lívfrøði, mentanarfatan, miðlakunnleika, organisatión, samfelagsfrøði, sálarfrøði, sponskum, støddfrøði, søgu, sølubúskapi, vinnurætti og virkisbúskapi.

Freistin at søkja er 2. mai 2016.

Les meira her.
 

 

 

  

Halt fram á Glasi

Glasir bjóðar út 7 áhugaverdar útbúgvingar í heyst. Talan er um tríggjar parttíðar útbúgvingar, meðan fýra útbúgvingar eru ella vera fulla tíð. Talgild umsóknarbløð eru tøk her. Freistin at søkja er sett til 1. juli.

 

Fíggjarbúskapur

Talan er um eina tvey ára fulltíðar útbúgving, sum millum annað er ætlað teimum, ið ynskja sær eina yrkisleið í banka, hjá tryggingarfelagi ella møguliga innan húsamekling. Útbúgvingin kann sjálvsagt nýtast innan mong onnur øki. Til ber eisini at lesa víðari innan økið til bachelor ella  professiónsbachelor

Ein flokkur byrjar eftir ætlan í heyst innan Fíggjarbúskap.


Byggitøkningur

Útbúgvingin tekur tvey ár, og vegna gott samstarv við útlendskar skúlar, ber til at halda fram at lesa til byggifrøðing. Útbúgvingin gevur eisini yrkisførleikar til at arbeiða innan økið í Føroyum og uttanlands.

Nýggjur flokkur byrjar í august 2016.

Marknaðarførslubúskapur

Hetta er eisini ein tvey ára fulltíðar útbúgvin, sum serliga er ætlað teimum, sum ynskja at starvast innan marknaðarførslu, bæði sum sjálvstøðug ella hjá størri virkjum. Útbúgvingin gevur eisini fleiri møguleikar til víðari lestur.

Eftir ætlan byrjar ein heilt nýggjur flokkur í 2017. Møguleiki er tó at koma inn á annað árið í ár, treytin er tó at tann lesandi hevur tikið fyrsta árið á øðrum skúla.
 

Framleiðslutøkningur

Eisini ber til at útbúgva seg sum framleiðslutøkningur á Glasi. Útbúgvingin er skipað í samstarvið við útlendskar skúlar og gevur fleiri møguleikar í sambandi við víðari lestur, eitt nú professiónsbachelor, og gevur eisini góðar yrkisførleikar.
 

Nýggjur flokkur verður ikki tikin upp her fyrr enn í 2017. Tó er møguligt at koma inn á annað ár, eins og viðvíkjandi marknaðarførslubúskapi.

Felags fyri hesar fýra útbúgvingar er, at talan er um fulltíðarlestur sum gevur rætt til stuðulsveiting frá Studna. Fyri at vera upptikin er kravið ein gymnasial miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving innan ávikavist handil og skrivstovu ella handverk.

Akademiútbúgvingin  

Akademiútbúgvingin er liðilig og tann lesandi kann í ein ávísan mun sjálvur velja lærugreinar innanfyri tríggjar breytir sum Glasir bjóðar út í løtuni. Hesar breytir eru

•    Altjóða Marknaðarførsla
•    Búskapur og Tilfeingi
•    Leiðsla

Glasir fer at bjóða út 4 ymiskar lærugreinir á Akademiútbúgvingini heyst, hesar eru

•    Altjóða marknaðarførsla og greining
•    Búskaparstýring í verki
•    Fyriskipan og starvssálarfrøði
•    Hagfrøði

Á Kambsdali plaga tey eisini at bjóða út eini tvær lærugreinir á  Akademiútbúgvingini, meir um hetta frættist á teirra heimasíðu.

HD

Ein nýggjur HD flokkur er settur at byrja í heyst, har lagt verður til brots við Vinnubúskapi og Hagfrøði. Tann lesandi velur sjálvur, um hann tekur lærugreinirnar sum stak lestur, ella velur fullan HD lestur. HD fyrri partur tekur tvey ár sum parttíðarútbúgving og gevur atgongd til HD annan part, umframt hópin av yrkisførleikum innan merkantila økið.

Glasir hevur ætlanir um at víðka samstarvið við Århus Universitet viðvíkjandi HD øðrum parti. Eitt kunnandi tiltak verður á Glasi í Marknagili 18. mai. Nærri kunning hesum viðvíkjandi kemur seinni.

Diplomútbúgingarnar

Diplomútbúgvingin í leiðslu heldur fram og í heyst verður undirvíst í Leiðslu og fyriskipan I og II. Ein flokkur er í gongd, men tað ber væl til at byrja í heyst.

Alt hetta og mangt annað kanst tú lesa um á heimasíðuni hjá Glasir, Smiðjugerð og Glasir, Marknagil, har tú eisini kanst søkja beinleiðis  inn á útbúgvingar skúlans.

Umsóknarfreistin er sum nevnt 1. juli fyri allar útbúgvingar.

 

Hoydalar við í altjóða týskt-olympiaduni

Á gáttini til páskaferiuna, fríggjadagin tann 18. mars 2016, savnaðist ein skari av týskt næmingum í samkomuhøllini í Hoydølum fyri at luttaka í einari altjóða týskt kapping fyri skúlanæmingar, sum nevnist "die Internationale Deutscholympiade" ella eisini kent sum "IDO". Tað er Goethe Institut sum skipar fyri hesi kapping, har ið henda innleiðandi roynd í auluni skal geva tveimum næmingum úr hvørjum landi í verðini høvi at ferðast til Týsklands í juli (í ár til Berlin) fyri at koma í finaluna har, og annars uppliva mangt og hvat spennandi. Heimasíðan hjá hesi kapping eitur http://ido-skandinavien.de/

Uttan fyri samkomuhøllina var veðrið lýtt, ímeðan tey trý ættarliðini av s'arum settu seg við borðini, sum løgdu upp til ein meira dapran eksamiukendanstemmning, sum tó varð avbrotin av onkrum smílum og látri, tí at hetta snúði seg jú ikki um eitt karakterblað hjá studentaskúlanum, men um eina kapping, har ið eingin hevur nakað at tapa. Men, Murphys lóg sigur, at um nakað kann ganga galið, so fer tað eisini at gera tað. Og so varð tíverri hjá okkum við internetinum, sum vit baksaðust við í ein góðan hálvan tíma, ímeðan næmingar okkara tolnir sótu og bíðaðu eftir hesum wifi-strálum, sum betýddu fiasko ella succes fyri online-royndina. Beint sum eg var um at missa alt mót, vaknaði tráðleysa netið brátt eftir at Buller og Høgni høvdu verið framvið. Á, hvør lætti var tað ikki fyri okkum týsktlærarar, tá ið alt stilnaði av berari konsentratión og vit blivu biðin um at tiga. Ein niðurteljing upp á 70 minuttir fór tá í gongd, og sótu øll, inntil tey høvdu innlatið (onkur uppgáva var so torfør, at sjálvt eg sum lærari mátti skriða mær í nakkanum).

Tá ið avtornaði, høvdu 51 djarvir næmingar gjøgnumført royndina, og av teimum fekk Magdalena Mørk Jóanesarson í 2. s hægsta stigatal við 54 út av 100 "møguligum" stigum (sí lmynd). Við mánaðarbyrjan (apríl) fingu vit svar frá leiðaranum fyri kappingina um, at vit føroyingar ikki høvdu vunnið. Hesin helt við, at vit høvdu uppiborið at vunnið sæð út frá okkara eldhuga, men kappingin er hørð og royndin sera torfør og teknisk, og tað er heldur eingin í øllum Danska Kongaríkinum, sum nær námindis hevur rokkið fullum stigatalið. Kappingin verður hildin annað hvørt ár og verður aftur í 2018, so Übung macht Meister!

- Mynd av Hoydalar-vinnaranum Fräulein Mörk Jóanesarson

 

Maria prinsessa í dalinum fagra 

 

Í góðveðrinum í dag, hósdagin 2. mars, fekk skúlin kongaliga vitjan. Tað var Maria prinsessa, sum kom at vitja okkara næmingar við autismu og at hoyra um okkara arbeiði á hesum øki. Maria prinsessa er protektor hjá danska autismufelagnum, sum í hesum døgum vitjar føroyska autismufelagið, nú felagið fyllir 25 ár.
Á lítlari samkomu eftir vitjanina í flokkunum framførdi Jóhannes Samuelsen og beiggi hansara, Andreas Samuelsen, tveir sangir. Jóhannes gongur í 15g, ið er ein av flokkunum, sum Maria prinsessa vitjaði. Eisini fekk Maria prinsessa handa tvær gávur, sum næmingar í 15g høvdu gjørt. Ein var ein mynd, sum Sofía Øregaard hevði gjørt, har evnið var søgan um írsku kópakonuna. Hina gávuna hevði Signa Vár Dávadóttir tilevnað. Tað var eitt bregdað armband í føroysku litunum.



Kunningarkvøld um breytir og lestrarleiðir í Hoydølum

Týskvøldið 23. februar kl. 19.00 – 21.00 bjóðar skúlin til kunningartiltak fyri komandi næmingar, foreldur og avvarandi. Næmingar, lærarar og lestrarvegleiðingin standa fyri kunningini hetta kvøldið. Kunnað verður um innihaldið og arbeiðsbyrðuna á ymisku breytunum og um tað, sum sermerkir leiðirnar. Eisini verður kunnað um innihaldið í teimum fýra listalærugreinunum, sum allir 1. ársnæmingar skulu velja eina av.

Kunningin verður skipað soleiðis, at fyrst verður stutt kunning frá rektaranum og frá lestrarvegleiðingini í samkomuhøllini. Síðani verður ein felags kunning um listarligu lærugreinarnar. Síðani verður farið í skúlastovurnar til kunningarumfar, har lærarar og næmingar kunna um sínar leiðir tríggjar ferðir í 30 minuttir. Á hendan hátt kunnu næmingar og avvarandi fáa kunning um 3 av leiðum skúlans.

Ímillum umførini verður høvi at fáa sær ein drekkamunn.

Glasir, Hoydalar

 

Skalt tú søkja á miðnám

Nú ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar.

Kunningafaldari um útbúgvingarnar á Glasi kann síggjast her.

Umsóknarfreistin er 15. mars 2016. Umsóknarblaðið fæst her.

 

Lærugreinaval.

Nú er møguleiki hjá breytunum 1 & 2 nátt/hug og 1 fyr at skriva lærugreinavalini til komandi ár inn.

Inni á stevnunum hjá einstøku flokkunum er mailur við lenkju til tilmeldingarskjal.

G.G. Freistin at skriva inn er fríggjadagin 12/2.

Bolivia hjálp

Fyri at kunna um verkstaðsskúlan í Bolivia, sum vit savna pengar inn til við tiltakinum Bolivia Hjálp týsdagin 9.2.2016, leggja vit hesa greinina, sum varð skrivað fyri einum ári síðani, út aftur á heimasíðuna. Eisini síggja tit eitt bræv við viðurkenning fyri arbeiðið hjá føroysku næmingunum frá mentanardeildini í býráðnum í Sucre, formiligi høvuðsstaðurin í Bolivia.

Heilsan úr Bolivia

zoom

Mitt í Bolivia er Merkið vundið í húnar hátt. Ikki er ein sendistova í økinum. Ikki er tað uttan fyri onkra altjóða skrivstovu av einum hvørjum slag. Ikki búgva føroyingar í økinum. Kortini, frammanfyri ein stóran vegg við áskriftini TAEPO hongur Merkið vundið á fulla stong.

Vit eru í Cochis, skamt uttan fyri Sucre í Bolivia. 25 ár eru liðin, síðani føroysk skúlabørn samlaðu pening saman til at byggja ein tekniskan skúla í Bolivia. Í 25 ár hevur skúlin, TAEPO, bygdur við føroyskum stuðuli, viðlíkahildin av føroyskari fígging, givið hundraðvís av bolivianskum børnum møguleikan at fáa eina verkliga útbúgving.


Í ár hava fyristøðufólk á skúlanum sent føroyskum umboðum eina heilsu og tøkk at bera víðari til øll teirra, sum hava verið við í arbeiðnum.

(les meira)

Glasir er heitið á skúladeplinum við Marknagil

Navnið er úr norrønu gudalæruni um træið Glasir, sum stóð í eini lund uttan fyri Valhøll. Hetta træ segðist at vera vakrasta træið millum gudar og menn, og bløðini skygdu reyðgult sum gull. Eins og gjøgnum Marknagil rennur ein á við Glasir.

“Navnið Glasir er jaligt. Tað vísir okkurt blankt, gylt, skyggjandi, fínt og reflekterandi. Glasir skal búna og útbúgva okkara ungu. Tey skulu kenna røturnar og reflektera og skína.” Soleiðis segði, Bogi Bech Jensen, rektari, millum annað, tá hann kunnaði um valið av navni á kunningarfundinum í dag.

Uppskotið til navnið kom á eini hugskotsverkstovu, sum var hildin fyri starvsfólki á Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og Tekniska Skúla í Tórshavn.

Samanleggingartilgongdin gongur væl og væntandi flytur alt virksemið á Glasi í nýggju hølini við Marknagil á sumri 2017.

Orðingar, tá ið vit nýta orðið Glasir í skúlahøpi, eru at síggja her.


"Stova 35" - kom og ger film


”Stova 35” skipar fyri filmverkstaði hvønn týsdag kl. 15.30 í stovu 35.

Her fáa tit filmsútgerð, íblástur, undirvísing og góð ráð til at gera alskyns livandi myndir - Stutt-filmar, dokumentar, videoløg, sketchir, lýsingar, samrøður, video-bloggar….alt sum hugurin brellast eftir! 

Vit byrja longu týsdagin 12. jan. Tilmelding fer fram við at senda teldupost til paetur.dahl@skulin.fo.

NB! Avmarkað pláss eru til verkstaðin, so tað snýr seg um at melda seg til skjótast gjørligt.

Pætur M. Dahl tlf. 533020


Jólakort úr Hoydølum

Aftur í ár hava vit í myndlist havt eina lítla, hugnaliga kapping um at gera ársins jólakort. Vinnari í ár gjørdist Vár Bech Árting við einum linoprenti av einum festligum, fjálgum, eldreyðum dansiringi við sólgulari vón um vár og summar. Sólja Mortensen teknaði eina flotta samanseting av Jesu føðing, Kirkjubømúrinum og einum hundi. Inger Z. Simonsen myndaði eitt jólatræ við personality, sum prátar við nakrar fuglar og Anna Katrina Mohr Iversen teknaði rektaran í nissuhúgvu. Eisini 15E og 15APZ hava teknað fleiri fín og jólalig jólakort.

 

KT leiðari er settur í Skúladepilin við Marknagil

Sum liður í samanleggingini av Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF skeiði og Tekniska Skúla í Tórshavn verður KT økið lagt saman 1. januar 2016. Samstarv er á KT økinum longu nú og komandi ár verða fleiri felags skipanir og forrit tikin í nýtslu. Mett verður tí, at tað er skilagott og neyðugt at leggja KT økini saman.

 
Áki Heinesen Højsted er settur í starv sum KT leiðara fyri Marknagilsdepilin. Áki er útbúgvin B.Sc. innan Computer Science og er í gongd við eina M.Sc. innan Information Technology. Áki hevur starvast hjá Intel Corporation í Bretlandi, hjá Nema og hevur síðani 2013 sitið í leiðslubólkinum á Føroya Handilsskúla.

 

 

Microsoft Office 365

Allir næmingar í Hoydølum fingu í fjør møguleika at installera Microsoft Office 365 á egna teldu, soleiðis at allir næmingar kunnu nýta Word, Excel, PowerPoint og OneNote í sambandi við sína skúlagongd í Hoydølum.

Vegleiðing til at koma í gongd at nýta Microsoft Office 365 kann takast niður her.

Við tí endamáli at hjálpa næmingunum at koma í gongd at nýta forritini, bjóðaðu vit 9. og 10. desembur øllum næmingunum ein fyrileistur frá Microsoft.

Næmingarnir í 1.s hoyrdu um

  1. nýtslu av OneDrive
  2. At taka notatir við OneNote

Næmingarnir í 2.s og 3.s hoyrdu um

  1. at arbeiða við skjølum við OneDrive
  2. uppgávuskriving við Word
  3. framløgur við PowerPoint
  4. framløgur við Sway.

Fyrilesturin var bjóðaður okkum eftir einum leisti, sum kallast Study Smarter. Fyrilesturin var hildin av tveimum lesandi úr Danmark, sum greiddi frá, hvussu forritini kunnu nýtast í sambandi við lesnað. Í sambandi við verkætlanina Study Smarter eru gjørd nøkur videobrot til at vegleiða einum at koma í gongd við Office 365. Brotini eru at síggja her.

Telduvegleiðingin

 

Sáttmálar 2015

Allir 1. ársnæmingar hava gjørt teirra sáttmálar um hvussu floksumvhørvið sum heild eigur at vera. Sáttmálarnir eru somuleiðis partur av kapping millum flokkarnar. Vinningarnir vóru ávikavist kr. 1500,-, 1000,- & 500.- fyri 1, 2 og 3 pláss. Setta dómsnevndin var samd um at vinnandi flokkarnir vóru hesir: 1. pláss: 15y, 2. pláss: 15z & 3. pláss: 15f. Teimum verður ynskt tillukku ;)

 

 

 

Vísindavøka 2015

Fríggjadagin 25. septembur var Vísindavøka á granskarasetrinum Inova. Aftur í ár varð Studentaskúlin boðin við at hava ein bás ið kundi vera við til at fremja áhuga millum børn og ung fyri náttúruvísind – og nógv ymiskt spennandi var á skránni. Hesuferð fekk skúlin eitt telt fyri seg sjálvan á parkeringsplássinum uttanfyri Inova – áhugin fyri básinum vísur seg at vera sera stórur. Básurin hjá skúlanum var ein fantastisk uppliving fyri børnini serliga (orðini eigur Annika Sølvará – stjóri í granskingarráðnum).

Fleiri myndir frá tiltakinum síggjast her.

 

Móttøka

 

Fríggjadagin 9. oktobur skipaði MMR fyri almennari móttøku á Skúlaheiminum í sambandi við, at Bogi Bech Jensen er settur sum rektari á skúladeplinum við Marknagil. Røðarar vóru mentamálakonan, Rigmor Dam, skúlastjórin á Føroya Handilsskúla, Helena Dam á Neystabø, skúlastjórin á Tekniska Skúla í Havn, Egon Øregaard, rektarin í Hoydølum, Herleif Hammer og Bogi Bech Jensen, rektari á nýggja deplinum.

MMR bjóðaði vælsmakkandi ábit, og undirhald var eisini á skránni. Umframt Ara Danielsen og Tórð Jacobsen úr 13b í Hoydølum, sum rúnarbundu við teirra framførslu av lagnum Ljóðmynd , undirhelt troubadoururin Kári Petersen eisini við trimum sangum.

 

 

Hátíðarhald

Í sambandi við, at Svanna Hanusardóttir, Hendrik Dahl, Kirsten Brix og Finnur Lútzen hava 35 ára starvsdag í ár ella í fjør, og Noomi Guttesen hevur 40 ára starvsdag í ár, skipaði skúlin fyri einum hátíðarhaldi í kantinu skúlans fyri øll starvsfólk fríggjadagin 2. oktobur.

Vit takka fyri trúgva tænastu og ynskja teimum hjartaliga til lukku.

 

Foreldrakvøld 29. septembur og 1. oktobur kl. 19.00 - 21.00

29. septembur fyri 15u-15x-15y-15z 
1. oktobur fyri 15a-15b-15ð-15e-15f -15g

 

kl. 19.00
Foreldur og lærarar møta í samkomuhøllini. Rektarin bjóðar vælkomin og greiðir frá ymiskum skúlanum viðvíkjandi.

kl. 19.30
Farið verður runt á skúlanum floksvís saman við flokstoyminum.

kl. 20.00 
Lærararnir og lestrarvegleiðingin kunnar um, hvussu er at ganga í Hoydølum.
Kaffi, te og okkurt aftur við er at fáa :-)

Lærararnir siga stutt frá teirri lærugrein, teir hava frálæru í. 

Toymið greiðir nærri frá:

  • flokkinum sum sosialari eind
  • lestrarferð (uppsparingin byrjar tíðliga)

Møguligir spurningar til lærararnar frá foreldrum/avvarðandi

Lestarvegleiðarin greiðir nærri frá:

  • um øktu arbeiðsbyrðuna
  • um lestrarvirkni, fyrireiking, møtiskyldu, innlating o.a.
  • um broyttu krøvini
  • um fíggjarbyrðuna í sambandi við bókakeyp


kl. 21.00 liðugt

 

 

RÚTMISKA KÓRIÐ Í HOYDØLUM

NÚ BYRJAR KÓRÁRIÐ 2015-16

 

 

Vit fara at syngja breiða rútmiska sangskrá innan stílarnar soul, jazz, rock, musical - Alt sum swingar, og groovar, bæði á føroyskum og útlendskum.

Kórið er fyri øll – óroyndar og royndar sangarar – Komið øll við!

TÓNLEIKAHÚSIÐ, STOVA 43:

TÝSDAGIN 29/9, KL. 19.30

 

Nýtt næmingaráð og nýggj samstarvsnevnd

Mikudagin 9. september var val til næmingaráð og samstarvsnevnd. Nýggja næmingaráðið skal hava fund í næstum, har tað skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Formaður ráðsins er sjálvskrivaður limur í samstarvsnevndini. Skúlin ynskir nývaldu limunum tilukku vil valinum.

Nýggja næmingaráðið sær soleiðis út:

Martin Johansen Chukwudi, 13f

Eva Winther Nagata, 13ð

Bjarni Rasmussen, 14u

Jónas Højgaard, 13b

Ari Sondum Rasmussen, 15b

Nýggja samstarvsnevndin sær soleiðis út:

Høgni Jákupsson, 13ð

Petur Dahl, 15x

Herleif Hammer, Rektari

Anna-May Djurhuus, lærararáðsforkvinna

Gunnar Isfeldt, læraraumboð

Næmingaráðsformaðurin

 

Næmingaráðs- og samstarvsnevndarval

Í sambandi við at val skuldi verða til næmingaráðið og til samstarvsnevndina, var valfundur í samkomuhøll skúlans mánadagin 7. september. Her fingu valevnini høvi at siga, hvørji tey vóru, og hvat tey høvdu upp á hjarta.

 

Ítróttardagurin fríggjadagin 4. sept

Sum altíð var hýrurin góður árliga ítróttadag skúlans. Í ár var postarenning á skránni í haganum omanfyri Havnina, har flokkarnir kappaðust ímóti hvørjum øðrum.

Vinnararnir vóru:Nr. 1 13y, nr. 2 15z og nr. 3 14e

 

Valfundur í Hoydølum

Valfundur verður í dag, 31/8 á Studentaskúlanum í Hoydølum við umboðum úr øllum politisku ungmannafeløgunum og við royndum valevnum úr øllum flokkum. Fundurin verður í samkomuhøll skúlans umframt í fimleikahøll skúlans.  Fundurin byrjar kl. 12.15 og verður sendur beinleiðis á Rás 2.

Politisk ung skipa fyri.

 

Skapandi lærugreinar í Hoydølum

Mánadagin 24/8 vóru tær skapandi lærugreinarnar í miðdeplinum hjá 1. árs næmingunum í Hoydølum. Uppgávan hjá flokkunum var at tulka kvæðið um Torkilsdøtur við tónleiki, leiklist, myndlist og ítrótti. Í fagrasta summarveðri arbeiddu næmingarnir allan fyrrapartin við uppgávuni; seinnapartin vóru allir flokkarni á palli í samkomuhøll skúlans við teirra tulking av kvæðnum. Úrslitini vóru ógvuliga ymisk; næmingar umskrivaðu innihaldið, sungu, rappaðu, dansaðu og leiktu seg fram til góðar ymiskar framførslur. Talan var um kapping, og at enda gjørdist greitt, at 15a vann, 15ð gjørdist nr. 2 og 15z nr. 3.

 

Náttúruvísindadagur í Hoydølum

Fríggjadagin 21/8 - 2015 var náttúruvísindadagur í Hoydølum. Evnið var náttúruvísindalig “riddaraferð”, har næmingarnir funnu amboð, sum skuldu brúkast til hólmgongu millum flokkarnar. Næmingarnir skuldu loysa alis-, evna-, lív- og landafrøðiligar uppgávur. Evnini vóru m.a. luftkanónskot, lungusjómanstak, arbeiði í vektloysi, makrel dissikering, bygdir í Føroyum, litir í náttúruni, salt í formlum og at blása ballónir við evnafrøðiligum heitum. Endabresturin var hólmgongan í vatnflutningi.

15f vann endaligu hólmgonguna, 15ð bleiv nummar 2 og 15z nummar 3.

 

Hugvísindagur í Hoydølum

Hugvísindadagurin er hósdag 20/8, og evnið er ævintýr. Byrjað var í ævintýrheimi í Norðurlandahúsinum, har Eydna Skaale helt ein livandi fyrilestur um retorikk og munnligt samskifti, sum  byggir á eina 2.500 ára gamla siðvenju úr gamla Grikkalandi og sum framvegis er tann týdningarmiklsti tátturin í allari læring. Síðani  bergtók Súsanna Tórgarð, sjónleikari, við einari framførslu av ævintýrinum "Risans klóta", og Sigrið Gudjónsson, pisa 2015, gav góð ráð til nýggju næmingarnar. Eisini var nógv sungið í Norðurlandahúsinum - og á ymiskum málum.

Aftaná arbeiddu flokkarnir á ein øðrvísi og stuttligan hátt við ævintýrum í Hoydølum.

Fokuspunkt hjá HUG - degnum í ár er at vísa á hvat gevur hug til skúlagongdina og at vísa á týdningin av "to hug" og hava gott samstarv fyri at fáa eina góða skúlatíð í Hoydølum.

 

 

Kunningarritið 2015-2016

kann takast niður her.

 

Vælkomin aftur í Hoydalar til skúlaársbyrjan 2015

So byrjar skúlaárið aftur. Næmingar skulu møta hesar tíðir mikudagin 19. august í samkomuhøll skúlans:

kl. 08.10       1. fyrireikingarbreyt, 1. hugbreyt og 1. náttúrubreyt.

kl. 10.00       2. hugbreyt og 2. náttúrubreyt.

kl. 10.30       2. fyrireikingarbreyt, 3. hugbreyt og 3. náttúrubreyt.

Flokslistar eru at síggja her.

Vit síggja fram ímóti at byrja uppá eitt gott, læruríkt og gevandi skúlaár.

Rektarin

 

 

Pisurnar 2015

Hósdagin, 25. juni 2015 var próvhandan í Høllini á Hálsi. Hesar pisurnar, sum nú eru floygdar, eru tær seinastu í gomlu skúlaskipanini og tær fyrstu í nýggju skúlaskipanini. Á hendan hátt eru hesar pisurnar nakað heilt serstakt!

Føroya Studentaskúli og HF-skeið sigur farvæl við sorgblídni og takkar fyri hesi farnu 2 til 3 árini. Góða eydnu í framtíðini til tykkum øll - farið út, kannið tykkum heimin og nemið tykkum kunnleika og vísdóm, og vendið síðani heim aftur á klettarnar. Okkum tørvar tykkum!

 

Næmingar við skrivi- og lesitrupulleikum lokið prógv

Ímillum pisurnar, ið fingu prógv 25. juni 2015, vóru 14 næmingar, ið eru ein serlig sólskinssøga. Hesir næmingar hava stríðst serliga nógv hesi árini orsakað av orðblindni. Á myndini omanfyri eru 8 av hesum næmingunum. Maybritt við Strond hevur tikið sær av at geva hesum næmingunum tey røttu amboðini og vegleiðing um kunningartøkni, sum er eitt týðandi stig til dyggari lesing og skriving fyri hesar næmingarnar. Hesa eyka arbeiðsbyrðuna hava teir átikið sær uttan at blunka, og kunnu nú ernir og fattir standa við húgvuni á høvdinum og próvnum í hondini við einum flottum væl yvir miðal avriki samlað. Hjartaliga til lukku, tit øll! Minnist til hesa løtuna, og havið hana við tykkum, nú tit fara víðari út í lívið. Tit duga og tit megna!

 

 
 

Undirvísingarfrágreiðingar
fyri hold, sum skulu til próvtøku kunnu takast niður her.
 

Morgunvakt hvønn morgun kl. 07.30-08.10. Fráboðanir til morgunvaktina fara fram á stevnuni 'Skemabroytingar'
Mánadag     Hans Pauli
Týsdag       Vónbjørt
Mikudag      Bjørn
Hósdag       Høgni
Fríggjadag   Vónbjørt

Lektiecafé heystið 2016 makavika

 

Lærari:

Lærari:

Týsdagar 15.15-16.45

NAS

(MÁL)

SAK

(STØ)

Hósdagar 15.15-16.45

ARM

(SØGA-ENS)

 

Lektiecafé heystið 2016 stakvika

Týsdagar 15.15-16.45

BIR

(MÁL)

SAK

(STØ)

Hósdagar 15.15-16.45

KAS

(STØ-ENS)

 



 

Kunningarrit
kunnu takast niður her:

 

Várroyndin 2017
26. januar til 3. februar
Sí yvirlit her.

Lærugreinavalið 2016
Royn tínar møguleikar her:
Excel-skjal at taka niður.

Kunningarit um vallærugreinar til næmingar kann takast niður her.



Lestrar og skilhaldsreglur

Lestrarskyldur og skilhaldsskyldur á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum koma í gildi 1. januar 2014.
(les meira)


Parkeringsskipan
er sett í verk í Hoydølum, sum hevur til endamáls at tryggja atkomumøguleikarnar við skúlan. Hetta er gjørt við at merkja upp eina parkeringssonu frá Sanatoriivegnum við íbindingina til Hvítanesvegin og oman til endan á skúlans øki.
(les meira)


Til næmingar: Tá tit senda umsóknir og onnur skriv til rektaran ella skúlan. Lesið vegleiðing her.




 
m
t
o
t
f
l
s
 
 
 
 


Desember
Vika 49
 5.Střđumet 1. hug/nátt/fyr skrásetast áđrenn kl. 9.00
Karakterfundir 1. nátt/fyr (x,y,z,u,v,p)
3. hug/nátt BV3 frí  
 6.Karakterfundir 1. hug/fyr (a,b,đ,e,f,q)
3. hug/nátt BV3 frí 
 7.2. fyr: Kunning/fyrilestur um BV2 í 4. blokki
3. hug/nátt BV3 frí
Lćrararáđsfundur 
 8.3. hug/nátt BV3 frí 
 9.1.s og 1.fyr střđumet 1. ferđ kl. 11.30
3. hug/nátt BV3 frí  
 10. 
 11. 
Vika 50
 12.Lćrarar byrja samskifti viđ nćmingar um BV2
3. hug/nátt BV3 frí 
 13.3. hug/nátt BV3 frí 
 14.3. hug/nátt BV3 frí 
 15.3. hug/nátt BV3 frí 
 16.BV 3 hjá 3.hug/nátt latast inn talgilt í seinasta lagi kl. 10.00
Jólahald kl. 11.30 
 17.Jólafrí 
 18. 
 
Fřroya Studentaskúli og HF Skeiđ  .  Sanatoriivegur 13  .  FO-188 Hoyvík  .  Tel: (+298) 360 660  .  Fax: (+298) 318 624